Í gjár vóru Højgaards Handilsvirki, Klement Petersen og Timburhandilin í Klaksvík løgd saman í eina fyritøku. Í dag hava handlarnir opið til kl 18 ? og eitt nú koma Trøllapatur og omman á vitjan
Fríggjadagin 21. september vóru allar tríggar fyritøkurnar, Højgaards Handilsvirki, Klement Petersen og Timburhandilin í Klaksvík, samlaðar undir einum navni.
- Navnabroytingin er framd fyri at fyritøkan skal hava eitt felags andlit úteftir og fyri at savna alt virksemi í sama felag, sigur eigararnir.
Tey trý feløgini, Højgaards handilsvirki P/F, P/F Klement Petersen og P/F Klaksvíkar Timburhandil, eru sostatt nú í einum felag undir navninum P/F Borg. Tað er P/F KN, sum eigur P/F Borg. Eigarar av P/F KN eru Jónsvein Knudsen, Rodmundur Nielsen og Jóhannus Danielsen.
Stórt familjutiltak verður í øllum deildum hjá Borg leygardagin 22. september, í Fuglafirði kl. 10.00, í Klaksvík kl. 13.00 og í Runavík kl. 16.00










