Undan dystinum í gjár hevði B68 givið Paula Poulsen og Johan Nielsen sekkin, og í teirra stað komu Bill McLeod Jacobsen og Øssur Hansen, men teir høvdu fyrstu venjingina við spælarunum fríggjakvøldið, so har var ikki tann stóri møguleikin at broyta tað stóra.
Bill, sum annars var knýttir at B68 sum venjari frá 2006 til í fjør, var rímiliga væl nøgdur við fyrra hálvleik og fyrsta partin av seinna hálvleiki í dystinum í gjár ímóti HB:
– Fyrstu 50-55 minuttirnar helt eg, at vit høvdu gjørt nógv rætt, sjálvt um HB hevði rakt bæði stong og yvirliggjara. Men tá HB fekk sítt fyrsta mál, skrædnaði hjá okkum. Skuldu vit tapt, hevði 1-0 ella 2-0 verið í lagi, men 4-0 var ov nógv, staðfesti »nýggi« B68-venjarin eftir dystin.
Nú kunnu hann og Øssur í hesi vikuni fara ordiliga til arbeiðis, og hava einar fýra venjingar áðrenn næsta dyst, og Bill sigur, at nú ræður um at royna at fokusera upp á tað positiva:
– Tríggjar finalur eru eftir, og vit hava bæði ÍF og EB/Streym eftir á heimavølli. Hví ikki bara taka stigini frá teimum, so vit kunnu fara til Suðuroyar í seinasta umfari at spæla ein góða dyst, so øll verða glað, spyr Bill McLeod Jacobsen, ið játtar, at venjingin í vikuni eisini verður á tí mentala økinum.
– Tá liðið tapir dystir, fer tað niður, og tá liðið tapir nógvar dystir, fer tað langt niður. Ætlanin var at fáa eitt gott úrslit í dag, men tað fingu vit ikki, so vit mugu bara royna at fokusera upp á tað, spælararnir kunnu og ikki, so tað er har, vit eru nú.
Bill væntar, at bæði TB og B68 fara at royna at avgera tingini til sín egna fyrimun, áðrenn tann stóra finalan í niðurflytingarstríðnum verður við Stórá allarseinasta umfarið, tá TB tekur ímóti B68.