Tríggjar ferðir nær við bláa leypin

Í øllum trimum dráttunum í kvøld var hon nær við, men tað vildi bara ikki eydnast.

 

Spenningurin er stórur hvørt fríggjakvøld, nú høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum er so stórur. Í kvøld var vinningurin 3,2 miljónir krónur, og fríggjakvøldið komandi verður hann enn størri.

Tað var Sólrun Michelsen, sum ringdi úr Hvalba, ið fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld. Hon valdi at deila høvuðsvinningin í allar tríggjar leyparnar við 1,1 miljón krónum í hvørjum leypi.

Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 12.500 krónum - og ein seym víð síðuna av bláa leypinum. Hetta hevði givið Sólrun Michelsen tilsamans 62.500 krónur, tí í fyrsta drátti verður talið faldað við fimm.

Men, hon helt, at hon vildi royna einaferð aftrat.

Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum - og tríggjar seymir frá bláa leypinum. Faldað við trý hevði vinningurin hesaferð givið henni 45.000 krónur.  

- Eg haldi, eg taki síðsta drátt eisini, segði Sólrun Michelsen og snaraði hjólinum seinastu ferð.

Men, tíverri vildi tað ikki eydnast hjá henni hesaferð heldur, og hjólið steðgaði nú á 15.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin hjá henni í kvøld.

Aftur í triðja og seinasta drátti steðgaði hjólið tríggjar seymir við síðuna av bláa leypinum. Í øllum trimum dráttunum í kvøld var Sólrun Michelsen nær við, men tað vildi bara ikki eydast hjá henni.

Men, sum spenti verturin, Petrina Berg á Lag, segði, so eru 15.000 krónur eisini pengar.