Tríggjar dagar til Ballack

Michael Ballack hevur frá enska fótbóltssambandinum fingið tríggja dag leikbann fyri hendingina, tá hann varð rikin av vølli eftir at hava traðkað á Liverpool-spælaran, Sissoko. Hetta hendi, uttan at bólturin var í nær námind spælarunum báðum, og tó at Ballack alment hevur biðið um umbering, er revsingin hørð. Chelsea hevur tó kært avgerðina, og ikki fyrr enn kæran er viðgjørd, kemur leikbannið í gildi.