Tríggir vunnu við svarta fólkinum

FM í talvi er á hvørjum ári uppundir páskir. Soleiðis er tað eisini í ár. Kappingin er í Klaksvík. Fyrsta umfarið hevur verið í dag, og tað verður hildið fram inntil páskaaftan, tá ið níggjunda og síðsta umfarið verður.

Tíggju luttakarar eru í landsliðsbólkinum. Hesa ferð eru tað bara tveir av teimum tíggju, sum hava hægstu styrkistølini, sum luttaka í kappingini. Hesir báðir eru John Rødgaard og Martin Poulsen, sum tískil mugu roknast at vera favorittar.

Í fyrsta umfarinum vunnu bæði John og Martin við svarta fólkinum. Tað gjørdi Olaf Berg eisini. Úrslitini vóru: Rani Nolsøe-Terji Petersen 1-0, Finnbjørn Vang-Sjúrður Thorsteinsson ½-½, Ólavur Simonsen-Olaf Berg 0-1, Torkil Nielsen-John Rødgaard 0-1 og Andreas Andreasen-Martin Poulsen 0-1.

Kappingin er í Skúlanum við Ósánna, og fyrstu leikirnir í 2. umfari verða fluttir í morgin klokkan 14. Tá sær skráin soleiðis út: Terji Petersen-Martin Poulsen, John Rødgaard-Andreas Andreasen, Olaf Berg-Torkil Nielsen, Sjúrður Thorsteinsson-Ólavur Simonsen og Rani Nolsøe-Finnbjørn Vang.

Umframt í landsliðsbólkinum verður eisini telvað í 1. bólki, almennum bólki og unglingabólki.