Tríggir hepnir lotto-spælarar - allir úr Danmark - vunnu í kvøld risa-puljuna, sum var vaksin til 70 milliónir Hóast tað bert vóru um 1/4 av spældu røðunum, sum vórðu spældar í Danmark, so vóru allir tríggir Lotto-vinnararnir í kvøld danir.
Teir tríggir høvdu keypt sínar seðlar í Føtex á Fisketorvet, hjá Gobi í Valby og hjá Fuglevænget í Grenå.
Vinningin býttu teir sínamillum, soleiðis at hvør teirra gjørdist 24.039.419 krónur ríkari. Talan er um 13. størsta vinningin, sum er vunnin í Danmark, verður sagt í tíðindaskrivi frá Danske Spil.










