Í kvøld vera tríggir spennandi dystir í vodafonedeildini. Talan verður um eina uppgerð í heiðursmerkjaøkinum, og um tvær botnuppgerðir.
Klokkan 18 tekur KÍ ímóti ÍF á Injector Arena í Klaksvík. KÍ hevur 8 stig, og ÍF hevur 12 stig. Sostatt er talan um eitt gylt høvið hjá KÍ at eta seg inn á ÍF, sum liggur á áttanda plássi.
Vesturi í Sørvági tekur 07 Vestur ímóti AB. Tann dysturin byrjar klokkan 19. AB hevur 14 stig, meðan 07 Vestur hevur sjey stig. 07 Vestur kann nærkast bjargingini við einum sigri, meðan AB kann sleppa væl undan niðurflytingarvandanum við einum sigri.
Klokkan 19 byrjar eisini dystur millum EB/Streym og Víking við Margáir. EB/Streymur kann av álvara nærkast heiðursmerkjaplássunum, um teir vinna, meðan Víkingur kann fyribils leggja seg á silvurplássi við einum sigri í kvøld.
Í ?bólturin? sum verður sent í Kringvarpinum frá klokkan 18, verður fylgt við í teimum trimum dystunum, eins og vit eisini fylgja við her á portalinum.









