Eftir fýra umfør er Jógvan Næs úr Havnar Telvingarfelag einsamallur á odda í 1. bólki. Jógvan hevur vunnið sær 3,5 stig. Einasti stigamissurin hjá veteraninum var í fyrsta umfari, tá ið hann við svarta fólkinum telvaði remis ímóti Rógva Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag. Í fjórða umfari í dag vann Jógvan við svarta fólkinum á superveteraninum Gutta Petersen úr Sandavágs Talvfelag.
Næstfremst eru tríggir ungir klaksvíkingar, sum allir hava trý stig. Teir eru Rógvi Dragaberg, Tummas M. Sólsker og Ingolf Gaard.
Í almenna bólkinum eru eftir fýra umfør fimm telvarar stavn um stavn við 3,0 stigum. Teir eru Herluf Mortensen og Henry Berg úr Havnar Telvingarfelag, Mannbjørn Anthoniussen og Vagn Heldarskarð úr Klaksvíkar Talvfelag og Símun Skorastein úr Gøtu Talvfelag.









