Tríggir ungir menn burturblivnir í Grønlandi

Leiting var í vikuskiftinum sett í á sjónum sunnan fyri Uummannaq í Grønlandi

Kristian Dahl, løgreglumaður, skrivar úr Nuuk

Leygarmorgunin komu fólk fram á ein opnan bát, sum mannleysur sigldi í ring út fyri bygdini Ikerasik. Bygdin er stutt frá Uummannaq, sum er norðan fyri Diskovíkina í Vesturgrønlandi.

Tríggir menn, 17, 18 og 27 ára gamlir, vóru farnir út við lítla bátinum. Tá báturin varð funnin, var einki at síggja til hesar tríggjar ungu menninar, og eru teir uttan iva onkursvegna dotnir úr bátinum.

Stór leiting var beinanvegin sett í verk. Tyrla frá AirGreenland leitaði í økinum allan dagin, umframt at bátar sigldu í økinum, har báturin var funnin. Verjuskipið Knud Rasmussen var statt nakað langt burtur, men setti beinanvegin kós móti økinum.

Einki hevur verið at sæð til teir burturblivnu. Onkur pløgg vóru tó funnin, sum eru eyðmerkt sum pløgg hjá teimum burturblivnu.

Leitingin helt fram sunnudagin, men sannlíkindini fyri at finna menninar á lívi eru ikki góð.

Ikki eindømi
Seinast í apríl mánaði kravdi líknandi hending tvey mannalív í Grønlandi. Tveir menn, 27 og 56 ára gamlir, sjólótust sunnan fyri Pamiut í Suðurgrønlandi. Bátur teirra var funnin mannleysur í sjóøkinum við bygdina Arsuk. Í teirri leitingini eydnaðist at finna líkið av øðrum manninum, meðan líkið av hinum manninum ikki var funnið.

Nógvar druknivanlukkur eru tíverri í Grønlandi á hvørjum ári. Grønlendingar gera ikki nógv við at brúka bjargingarútgerð á bátum sínum. Harafturat eru bátarnir ofta smáir og hava ógvuliga stórar motorar ísettar. Hetta ger, at ferðin á bátunum er rættiliga stór. Skjótt kann enda galið, tí vandin er stórur fyri at sigla m.a. á íspettir, sum liggja í sjónum.