Á Hotel Føroyum var stór frøi í gjár, tá tríggir ungar komu í reiðrið uttan fyri Clinton-svituna Av teimum fýra eggunum í tjaldursreiðrinum á Hotel Føroyum, eru tríggir ungar nú komnir út. Enn er eitt egg eftir í reiðrinum.
Tann 26. Apríl kundu vit á Portalinum fortelja, at eitt tjaldur aftur í ár hevur bygt sær reiður uttan fyri Clintonsvituna á Hotel Føroyum.
Eitt vakmyndatól hevur eygleitt tjaldurshúskið, so allur heimurin kann fylgja við í gerandisdegnum hjá familjuni. Tólið tekur nýggja mynd hvørt 5. sekund og er at finna her til vinstri á Portalinum.
Tjaldursreiðið vakti sera stóran ans í fjør bæði her á landi og uttanlands. Tá fekk parið trý egg og seinni tríggjar tjaldursungar, og búðu tey á hotellinum nærum alt summarið. Óvist er, um talan er um sama par í ár.
Á Wikipedia stendur millum annað soleiðis at lesa um tjaldursegg og ungar, at tjaldrið (Haematopus ostralegus) er 45 cm til longdar, og er at síggja alt summarið í Føroyum.
Tjøldrini koma til landið umleið 12. mars, og sagt verður, at tey hava fult reiður tann 3. mai.
Eitt tjaldursreiður er ein lítil kulla, ið kann verða klødd innan við smásteinum og skeljum. Eggini eru gulbrún við myrkabrúnum plettum og strikum, og tey eru uml. 57 x 40 mm til støddar. Ungarnir klekjast eftir 25 døgum. Tjaldrið er ein av teimum fáu vaðfuglunum, ið fóðrar ungar sínar. Tá foreldrafuglurin t.d. hevur fangað ein maðk, verður hann lagdur frammanfyri ungan, sum so etur hann. Ungarnir halda ofta til í grýtutum lendi, og har eru kamoflasjulitirnir hjá ungunum tann besta verjan.