Tríggir tunlar aftrat

Fíggjarlóg: - Kanningarnar eru lidnar, og tí var rætt at fara undir at gera henda tunnilin til Dals, segði Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini við útvarpið undan jólum.

Undir fíggjarlógarviðgerðini fyri 2006 gjørdi nevndin av, at sjey milliónir krónur skulu nýtast til ein tunnil til Dals komandi ár, hóast Vinnumálaráðið ikki metir tíðuna vera ta røttu júst nú.
Av tí sama fyriliggur eingin verklagslóg, eingin heildarmeting, eingin tíðarætlan og eingin leistur fyri, hvør skal gera arbeiðið ella hvar
pengarnir, tilsamans 100 milliónir krónur, skulu finnast.
Anfinn Kallsberg nevndi annars tríggjar tunnils-verkætlanirnar, ið skulu setast í verk. Tær eru tunnilin til Dals, tunnil til Tjørnuvíkar umframt ein tunnil í Svínoy.
Av hesum er Dalstunnilin, sum er mettur at kosta umleið 100 milliónir krónur, fremstur í røðini.