Tríggir trolarar landað á Sandi

Nú so nógvur upsi kemur uppá land, verður eisini nógvur upsi saltaður á virkinum á Sandi

Fiskivinna

Á báðum fiskavirkjunum hjá Sandoy Seafood í Sandoynni hava tey havt úr at gera, bæði í síðstu viku og hesa vikuna, sum nú er at enda. Annars hevur nógv fiskaarbeiði verið á báðum virkjunum, síðan gongd kom á aftur eftir, at verkfallið í fiskiskipaflotanum var av.

Tríggir trolarar

Í síðstu viku landaðu tríggir trolarar á Sandi, Eysturbúgvin, Skansatangi og Research, og hesa vikuna hava aftur tríggir trolarar lagt veiðina upp á Sandi.
Týsdagin landaði Eysturbúgvin 160.000 pund, og í gjár landaðu Nornagestur og Kolumbus eini 200.000 pund. Meginparturin av veiðini hjá øllum trimum skipunum var upsi.
Aftrat ráfiskinum, sum komin er um bryggjukantin, hevur Sandoy
Seafood eisini keypt nakað av fiski á Fiskamarknaðinum, bæði í síðstu viku og í vikuni sum fer.

Eingin yvirtíð

Á Sandoy Seafood, sigur Jóan Petur Vest, at hóast stóru ráfiskanøgdirnar, megna arbeiðsfólkini á Sandi og í Skopun at arbeiða fiskin undan ? uttan, at neyðugt er at arbeiða yvir.
Á Sandi verður tann stóri fiskurin flaktur og saltaður, meðan tann smærri fiskurin verður skorin til flak og frystur í Skopun.
- Nú so nógvur upsi kemur uppá land, verður eisini nógvur upsi saltaður.
Sum skilst á Jóan Peturi, salta tey á Sandi eisini nakað av brosmu
og longu, tá ið hesi fiskasløgini eru uppi í veiðini hjá skipunum.
Útróður hevur eingin verið í seinastuni, tí tað hevur viðrað so illa.