Tríggir trolarar landa í Sørvági

Landingarmiðstøðin í Sørvági tekur ímóti nógvum fiski í dag. Tríggir sørvágstrolarar landa til Landingarmiðstøðina, tilsamans hava teir uml. 430-túsund pund, meginparturin er upsi.

Vesturskin hevur uml. 180-túsund pund, teir byrjaðu túr 28. novembur, royndu fyrst á Munkagrunninum og seinni eystanfyri.

Partrolararnir Grímur Kamban og Kallsevni eru eisini á Sørvági, teir hava tilsamans 250-túsund pund, teir byrjaðu túr 30. novembur, teir hava roynt eystanfyri.