Tríggir trivaligir sigrar til eysturoyingar

Tað er størri spenningur í Vodafonedeildini eftir 8. umfar, enn tað var eftir 7. umfar. Fyri fyrstu ferð í ár fóru føroyameistararnir í HB av vøllinum uttan at hava vunnið stig. Í sjey teimum fyrstu dystunum var úrtøkan fimm sigrar og tveir javnleikir. Í dag var úrslitið 2-1 til ÍF, sum við sigrinum syrgdi fyri, at tað nú er størri spenningur í kappingini.

Víkingur vann trivaligan 3-1 sigur á Vágseiði, og harvið eru ÍF og Víkingur tvey stig frá HB og oddasessinum. Við 5-1 stórsigri í Gundadali á B36 undirstrikaði NSÍ, at tað nú eru komnir aðrir bollar á suppuna í Runavík. Hetta var fjórði NSÍ sigurin á rað, og í fýra dagar hevur NSÍ vunnið tvær ferðir á útivølli við málmuninum 8-1! Góða gongdin ber við sær, at NSÍ er á fjórða plássi.

B36 hevur ikki vunnið fulla úrtøku síðani í 3. umfari, og harvið er støðan ikki góð undan lokaluppgerðini 2. hvítusunnudag, tá ið HB og B36 bresta saman í Gundadali.

Tveir sigrar ímóti botnliðum bera við sær, at EB/Streymur hevur tikið seg væl og virðiliga burtur frá botnstríðnum, sum nú er millum AB, FC Suðuroy og B71. EB/Streymur hevur eisini tikið seg upp um B68, sum bara hevur fingið eitt stig burtur úr trimum teimum seinastu umførunum.

Øll liðini hava nú roynt at tapa, og einasta liðið, sum ikki hevur roynt at vinna, er AB, sum verður partur av botnuppgerð 2. hvítusunnudag, tá ið FC Suðuroy fer at vitja á Argjum.

 

FC Suðuroy-Víkingur 1-3 (0-1)

0-1: Súni Olsen 45.

0-2: Súni Olsen 53.

0-3: Finnur Justinussen 80.

1-3: Heini Vatnsdal 86.

 

B68-AB 1-1 (1-1)

1-0: Kristian Anton Andreasen 20.

1-1: Nikolaj Eriksen 35.

Reytt kort: Ndende, B68, (2 gul kort)

 

B71-EB/Streymur 2-3 (1-0)

1-0: Høgni Midjord 27.

1-1: Arnbjørn Hansen 46

1-2: Alex dos Santos br 68.

2-2: Mikkjal Hentze 79.

2-3: Gert Hansen 93.

 

B36-NSÍ 1-5 (0-0)

0-1: Jann Martin Mortensen 67.

1-1: Høgni Eysturoy 69.

1-2: Debes Danielsen 77.

1-3: Debes Danielsen 87.

1-4: Heðin á Lakjuni 90.

1-5: Ólavur í Ólavsstovu 90.

Reytt kort: Dimitrij Jankovic, B36, (2 gul),

 

ÍF-HB 2-1 (2-0)

1-0: Øssur Dalbúð 12.

2-0: Andy Olsen br 36.

2-1: Rógvi Poulsen 76.

 

Støðan eftir 8 umfør

HB 17

Víkingur og ÍF 15

NSÍ 13

B36 12

EB/Streymur 11

B68 10

FC Suðuroy og B71 6

AB 3

 

9. umfar

2. hvítusunnudag 24. mai

Víkingur-ÍF

HB-B36

NSÍ-B71

AB-FC Suðuroy

EB/Streymur-B68