Tríggir útlendingar til 07 Vestur

Fýra útlendingar, sum fyrr hava spælt í bestu fótbóltsdeildini í Føroyum, spæla við 07 Vestur í 2011. Clayton Soares, Tamba Yarjah og Badara Diedhiou spældu í føroysku landskappingini í 2009. Undan kappingarbyrjan í fjør fóru teir av landinum, men nú eru teir aftur til reiðar. Málsetningurin er greiður. Teir ætla at hjálpa 07 Vestur at varðveita sætið í bestu deildini.

 

Jógvan Hendrik Samuelsen er venjari hjá 07 Vestur. Hann váttar, at teir hava skrivað undir sáttmála, sum knýtir teir at felagnum næsta árið.

 

- Vit hava fimm útlendingar í hópinum, og restin er spælarar, sum felagið hevur uppalt. Tað vísir seg at vera torført at fáa føroyingar vestur at spæla fyri eina rímiliga upphædd, og tí velja vit hesa loysnina, sigur hann.

 

32 ára gamli Clayton Soares, Brasil, er framherji. Hann kom til Føroya og FS Vágar í 2002. Hann hevur fyrr skotið eina rúgvu av málum fyri vágamenn og B71.

 

26 ára gamli Tamba Yarjeh, Sierre Lione, er framrættaður miðvallari. Hann spældi við 07 Vestur seinnu kappingarhálvu í 2009, tá vágamenn flutti niður úr bestu deildini. Hann stóð seg væl, men valdi ikki at halda fram í felagnum.

 

24 ára gamli Badara Diedhiou, Senegal, spældi við B68 í 2008 og 2009. Hann er verjuleikari og miðvallari.

 

07 Vestur boðaði frá í vetur, at Tehe Aristide, Fílabeinsstrondin, skiftir úr AB til 07 Vestur, umframt at Jovan Radinovic-Panic heldur fram.

 

Jógvan Hendrik Samuelsen hevur góðar vónir við verandi spælarahópi at røkka málsetninginum, sum er at varðveita sætið í bestu deildini.