Tríggir teir fyrstu kekkarnir

”Hvør skuldi trúð tí. Stuðlar til Sjúklingahotellið Tórshavn hava skipað fyri fimm bingotiltøkum í Runavík, Argjum, Suðuroy, Vágum og Klaksvík, sum góvu yvir 200.000 krónur. Er tað ikki fantastiskt? Takk fyri, tit góðu stuðlar. Hetta kemur føroyingum væl við, túsund takk...”

Tað skrivar Laura Olsen í Rituvík á sínum facebook-profili leygardagin.

Og í morgun vóru orðini á hennara profili hesi:

”... her koma tríggir teir fyrstu kekkarnir, Jan við Argjakekkinum, 27.036 kr., Poula við Suðuroyarkekkinum, 34.000 kr. og Laura við Runavíkarkekkinum, 30.185 kr. Beinta, sjúkrasystirin, tók ímóti. Tveir kekkar eru eftir at koma..."

- Nú mugu tit ikki halda, at eg havi gjørt hetta einsamøll, sigur Laura Olsen og vísir á, hvørji tey eru, sum skipaðu fyri á Argjum, Suðuroy, Vágum og Klaksvík.

Ein facebook-brúkari skrivar soleiðis á profilinum hjá Lauru Olsen:

"... øgiliga flott, at alt hatta er savnað inn av Lauru og teimum ... men djúpast sæð er tað skomm, at vælmeinandi menniskju skulu noyðast syrgja fyri slíkum, tí landsins kosnu ikki gera tað, men heldur fylla sínar egnu lummar við stolnum skattalætta! Hetta er gleðiligt og sera flott, men samstundis syrgligt!..."

Tá farið varð undir hesi stuðulstiltøk, segði Laura Olsen, at tað, sum stigtakararnir serliga hugsa um, eru langtíðarsjúklingar – tey, sum búgva á sjúklingahotellinum yvir eina longri tíð.

Hon vísti á, at eitt nú sjúklingar, ið fáa kemoviðgerð og soleiðis hava serliga lítið mótstøðuevni, hætta sær illa í matstovuna, tí tey stúra fyri krímsjúkum.

- Tað eru tey, sum ikki tora í matstovuna, bara tey hoyra onkran hosta, legði hon aftrat.

Laura Olsen segði, at inni á kømrunum er eisini ymiskt, sum vantar hjá teimum, sum búgva leingi á hotellinum.

- Vit vilja eftir førimuni hjálpa langtíðarsjúklingum til eina betri og sømiligari tilveru og samveru, meðan sjúkralegan er, segði hon, tá farið varð undir stuðulstiltøkini til frama fyri Sjúklingahotellið Tórshavn.