Tríggir stórfavorittar

Eftir øllum at døma fer fjarstøðan frá botnliðunum at økjast tvey stig afturat sunnudagin


 

Hondbóltur ? kvinnur


Tríggir dystir verða í bestu kvinnudeildini um vikuskiftið, og felags fyri hesar er, at talan í øllum førum er um dystir, har eitt av botnliðunum er annar parturin.


Upphiting til brakið

Á Giljanesi tekur Sóljan ímóti Stjørnuni, og alt bendir á ein tryggan útisigur í hesum dystinum. Sóljan hevur havt nakað av framgongd seinastu tíðina, men neyvan er hetta nóg mikið til at skala klaksvíkingum, sum helst fara at nýta dystin sum eitt slag av upphiting til stórdystin um eina viku, tá VÍF kemur á vitjan.

Tað er heldur ikki óhugsandi, at VÍF á sama hátt fer at nýta sín heimadyst móti Kyndli til eitt slag av upphiting, har summir lutir kanska kunnu fínpussast. Hjá Kyndli hevur alt gingið av skriðuni hetta kappingarárið, og at tær skulu gera nakað sum helst við VÍF má metast sum ørvitistos av eini aðrari verð.

Seinasti dysturin er tann í Vági, har VB fær vitjan av StÍF. Hóast talan er um nummar fýra og fimm á stigatalvuni, so er VB stórfavorittur at vinna dystin. Hetta sigur kanska eisini nakað um tann munin, sum er ímillum tey trý botnliðini í deildini og so hini, og eftir øllum at døma verður hesin munur toygdur tvey stig afturat um vikuskiftið.