Seks av teimum, sum spældu mansfinaluna í hondbólti, vórðu valdir á olympiska All-Star liðið hjá altjóða hondbóltssambandinum, IHF. Grannar okkara fyri eystan hava heilar tríggjar spælarar við á All-Star-liðnum. Teir eru Snorri Steinn Guðjónsson, Guðjón Valur Sigurðsson og so livandi legendan, Ólafur Stefánson. Teir tríggir fronsku spælarnir, sum eru valdir, eru málverjin, Thierry Omeyer, strikuspælarin, Bertrand Gille, og so stórskjúttin hjá Fraklandi, Daniel Narcisse. Sjeyndi maðurin á All-Star liðnum, er spanski vongurin, Albert Rocas.