Undan dystinum var Kyndil fýra mál frammanfyri, tí teir vunnu fyrru hálvfinaluna í Vestmanna 26-22.
Tað var tó skjótt, at VÍF fekk eina vón um, at tað kundi bera til í dag.
Tað gekk hampuliga javnt á, men tá fyrst Høgni Klein og síðani Bárður Johannesen fingu hvør sínar tríggjar útvísingar, mátti Kyndil allan seinna hálvleik vera tveir av sínum mest týðandi spælarum fyriuttan.
Og eina løtu var eisini líkt til, at VÍF skuldi gera sær dælt av hesum.
Eftir at Kyndil var á odda í steðginum, vann VÍF seg upp á 18-15, men tá vestmenningar sjálvir vórðu raktir av reyðum korti - hesa ferð til Regin Joensen - byrjaði at ganga galið.
Og tá Jógvan Isaksen ikki støðugt megnaði at lukka málið, sum hann gjørdi tað fyrsta korterið eftir steðgin, fekk Kyndil aftur fatur um endan. Teir vunnu seg upp á javnt, og hóast VÍF at enda vann dystin í dag við einum máli, so megnaðu teir ikki aftur at hótta samlaðu leiðsluna hjá Kyndli.
Tummas Pauli Hanusarson skeyt 8 av málunum hjá Kyndli. Sámal Joensen og Agnar Joensen skutu 7 mál hvør fyri VÍF.
Kyndil-VÍF 26-27 (13-10)