Oddaliðið í Formuladeildini fer rættiliga at seta dám á landsdystin í Portugal í kvøld. Ikki færri enn fýra av teimum fyrstu ellivu eru úr EB/Streymi, og har afturat er greitt, at eykamálverjin, René Tórgarð, sum eisini er úr EB/Streymi, skal spæla eina løtu. Hann verður tó ikki ímillum teir fyrstu ellivu.
Felags fyri tríggjar av teimum úr EB/Streymi er, at teir ikki áður hava spælt á besta landsliðnum. Teir eru Egil á Bø, Leif Niclasen og René Tórgarð, sum tó helst verður skiftur inn í steðginum. Fjórði EB/Streyma spælarin, sum verður við frá fyrsta bríksli, er Mikkjal Thomassen.
Merkisvert er tað, at Egil á Bø er elsti debutanturin nakrantíð á landsliðnum, og tað er eisini merkisvert, at Jákup á Borg, sum er ein av mest royndu spælarunum, hesa ferð verður á beinkinum.
Bárður Olsen fær spælitíð fyri fyrst ferð í tvey ár. Hann varð innskiftur, tá Føroyar fyri góðum tveimum árum síðani spældu venjingardyst móti Póllandi.
Føroyska liðið fer at síggja soleiðis út frá fyrsta bríksli: Jákup Mikkelsen - Jónas Þór Næs, Egil á Bø, Jóhan Troest Davidsen, Leif Niclasen - Christian Høgni Jacobsen, Atli Danielsen, Bárður Olsen, Mikkjal Thomassen, Símun Samuelsen - Rógvi Jacobsen.