Mikudagin er 1. mai, og tað er altjóða arbeiðaradagur, og sum vanligt verður hann eisini hildin runt umkring í Føroyum.
Tað verður hann eisini í Vestmanna, har tey, fyri sættu ferð, hátíðarhalda arbeiðaradagin á Reyða Torginum mitt í bygdini.
Hátíðarhaldið verður klokkan 16 og aftur hesa ferð eru tað tey trý feløgini, Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, sum skipa fyri í felag.
Tríggir røðarar verða á tiltakinum, Herálvur Jacobsen, fyrrverandi formaður í Føroya Lærarafelag, Ingilín Didriksen Strøm í Sosialistisk Ung og valevni til Løgtingið fyri Javnaðarflokkin, og Hervør Pálsdóttir í Unga Tjóðveldi og valevni til løgtingsvalið fyri Tjóðveldi.
Eisini í ár verður tiltakið kryddað við tónleiki og tað er Vestmanna Hornorkestur, undir leiðslu av Atla Petersen, sum spælir.
Aftaná røður og tónleik bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag drekkamunn í felagshølunum beint við Torgið.