Tríggir nýggir í nevndina

Róin Schrøter, Jákup Martin Joensen og Fríðin Ziskason eru nývaldir limir í starvsnevndini hjá FSF. Teir avloysa Rúna Heinesen, Magnus á Stongum og Svein Tróndarson. Valið av nýggju nevndarlimunum var liður í samlaðu semjuni hjá feløgunum, sum í heyst gjørdu av, at bæði nevnd og aðalskrivari skuldu skiftast. Hartil var Heðin D. Poulsen eisini uppstillaður av veinginum, sum royndi at bróta semjuna, men hann fekk ikki nóg nógvar atkvøður til beinleiðis nevndarval. Ístaðin er hann nú varalimur saman við Mortani Poulsen.