Tríggir kroatar sendir heim

Venjarin hjá kroatiska fótbóltslandsliðnum hevur tveitt tríggjar spælarar av landsliðnum, eftir at teir fóru í býin um vikuskiftið. Darijo Srna, Ivica Olic og Bosko Balaban vóru farnir á ein náttklubba í Zagreb leygardagin, og tað var landsliðsvenjarin so misnøgdur við, at hann setti teir av landsliðnum. Teir eru sendir heimaftur til feløg síni. Kroatia spælir mikukvøldið landsdyst ímóti Russlandi, og tí var hetta ikki besta fyrireikingin til dystin. Landsliðsvenjarin hevur gjørt av, at eingin nýggjur spælari skal takast út fyri teir tríggjar.