Tríggir KÍ'arar afturat til LÍF

Klaksvíkingar eru rættiliga farnir at trívast hinumegin Leirvíksfjørð. Fleiri spælarar eru farnir til LÍF, ÍF og GÍ at spæla, og fríggjakvøldið mannaði Ítróttar-Sosialurin eitt sterkt lið við klaksvíkingum, sum spæla fótbólt aðrastaðni enn í Klaksvík. Hetta lið hevur fingið styrk um vikuskiftið, tí undan dystunum leygardagin fluttu tríggir klaksvíkingar afturat til Leirvíkar spæla fótbólt. Talan er um spælarar, sum hava verið profilar í KÍ nógvu seinnu árini. Brøðurnir Jan og Allan Joensen hava verið stuðulsspælarar hjá KÍ síðani fyrst í 90'unum, og Erling Fles hevur gjørt nógv mál fyri felagið seinnu árini. Teir tríggir spæla nú í grønu troyggjuni hjá LÍF.