Tríggir hondbóltsdystir í dag

Í bestu mansdeildini spæla StÍF og VÍF. Dysturin byrjar klokkan 16.00 í ítróttarhøllini á Skála.

 

H71 og Kyndil hittast í Hoyvíkshøllini klokkan 16.00.

 

Ein dystur verður spældur í kvinnudeildini í dag. Tjaldur, sum hevur vunnið seinastu seks dystirnar upp í slag, fær vitjan av Kyndli. Dysturin, sum verður spældur í høllini í Runavík, byrjar klokkan 15.00.

 

Stigatalvan, Atlantic Airwaysdeildin, menn:

 

1. Neistin ? 25 stig, 13 dystir

2. KÍF ? 17 stig, 13 dystir

3. VÍF ? 12 stig, 12 dystir

4. Kyndil ? 12 stig, 12 dystir

5. H71 ? 12 stig, 11 dystir

6. StÍF ? 6 stig, 12 dystir

7. Team Klaksvík ? 0 stig, 11 dystir

 

Stigatalvan, SunSet-deildin, kvinnur:

 

1. Neistin ? 21 stig, 13 dystir

2. Stjørnan ? 20 stig, 12 dystir

3. Tjaldur ? 19 stig, 12 dystir

4. VB ? 11 stig, 13 dystir

5. Kyndil ? 10 stig, 12 dystir

6. VÍF ? 6 stig, 13 dystir

7. StÍF ? 1 stig, 13 dystir