Tríggir havnarmenn tjena yvir tríggjar milliónir

Men í 2015 vóru fýra, sum tjentu yvir fýra milliónir krónur.

232 mans skrásettir í Tórshavnar kommunu høvdu í 2016 eina skattskylduga inntøku á yvir eina millión krónir. Tað vísir ein gjøgnumgongd av skattalistunum í Tórshavnar kommunu.

 

Av teimum eru 28 búsitandi uttanlands. Flestu av teimum, sum eru búsitandi uttanlands eru útlendingar, sum kortini eru skrásettir í Føroyum, og so føroyingar, búsitandi í Nuuk. 17 av teimum 28 eru íslendingar, búsitandi aðrastaðni enn í Føroyum.

 

Í stóran mun eru tað stjórar, sjómenn, bæði í fiskivinnu og aðrari sjóvinnu, serlæknar, yvirlæknar og kommunulæknar í eru umboðaðir á listanum.

 

Av teimum 232 er tann elsti 72 ára gamal og tann yngsti 25 ára gamal. Teir tjentu ávikavist 1,6 og 1,2 milliónir krónur í 2016.

 

Tann, sum forvann minst á listanum er skrásettur við júst einari millión krónum í skattskyldugari inntøku, meðan tann, sum hevur forvunnið mest hevur vunnið sær 3,7 milliónir krónur í 2016.

 

Tríggir hava forvunnið yvir tríggjar milliónir krónur, meðan 27 hava forvunnið yvir tvær milliónir krónur.

 

Í 2015 vóru 223 mans, sum tjentu yvir eina millión krónur, 20 yvir tvær milliónir krónur og fýra yvir fýra milliónir krónur.

 

Til samanberingar vóru tað 596 mans í Føroyum í 2015, sum tjentu yvir eina milliónir krónur. 82 teirra tjentu yvir tvær milliónir krónur og 10 yvir fýra milliónir krónur.