Andreas Lava Olsen, Geza David Turi og Sonni Højgaard hava longt sáttmálan við Víkingi. Víkingur skrivar soleiðis á Facebook:
- 33 ára gamli landsliðsleikarin úr Leirvík hevur valt at taka eitt ár afturat fyri Víking. Lava hevur einans umboðað LÍF og Víking í Føroyum, og vit gleðast sjálvandi um at skjóti, framrættaði leikarin tekur eitt ár afturat í ljósabláu blusini.
- Geza David Turi hevur í ár veruliga fingið sítt gjøgnumbrot á betri liðnum hjá okkum. Geza er uppvaksin í felagnum og er ein sera spennandi leikari, sum vit gleða okkum at síggja meir til. Geza hevur longt sáttmálan fram til kappingarlok 2022.
- Sonni Højgaard, sum er málverji og úr Runavík hevur eisini skrivað ein 1 ára sáttmála við Víking. Sonni kom til felagið í fjør, eftir at hann hevði leikt fyri Skála. Umframt at vera eykamálverji á Betri liðnum, spældi Sonni 25 dystir fyri okkara 1. deildarlið, sum vann gull í 2020.
##med2##
##med3##










