Tríggir góðir og ein ræðuligur hálvleikur hjá KÍ

(Rás2) Hoyr ítróttarskrivaran hjá Norðlýsinum, Jákup Ósá taka samanum evropeiska avrikið hjá KÍ ímóti AIK Stockholm

KÍ spældi fýra hálvleikir ímóti AIK Stockholm í Europa League undankappingini. Tríggir endaði málleysir, og vóru góðkend avrik hjá KÍ, meðan tann fjórði var ræðuligur fyri KÍ.

 

Tann hálvleikurin var fyrri hálvleikurin í dystinum á Friends Arena leikvøllinum í Solna í Stockholm, har KÍ fekk ein skelk, har AIK kom tíðliga á odda í dystinum, og eftir eina løtu var á odda 3-0. 


Jákup Ósá heldur, at KÍ hevði eitt út av lagi vánaligt avrik í fyrra hálvleiki, meðan AIK Stockholm vísti seg frá síni bestu síðu. Kortini heldur Jákup Ósá, at AIK ikki hevði nógv fleiri málmøguleikar enn teir, sum góvu mál. Jákup Ósá heldur, at KÍ reisti seg væl í seinna hálvleiki, um enn tað eisini var ein avleiðing av, at AIK setti ferðina nakað niður.

 

Samlað tapti KÍ meir enn NSÍ og B36, men samanlagt stóð KÍ fyri tí besta avrikinum, tí teir megnaðu so at útvega Føroyum 0,125 stig til UEFA Club Ranking yvirlitið.