Tríggir formenn á vitjan

Formenninir fyri økisráðini í Hetlandi, Orknoyum og Suðuroyggjum fara úr aftur Føroyum hósdagin

Sunnudagin komu politisku leiðararnir fyri trý oyggjasamfelag í Norðuratlantshavi til Føroya at vitja.
Talan er formenninar fyri økisráðini í Hetlandi, í Orknoyggjum og Í Hetlandi, sum eru komnir til Føroya, her teir steðga til hósdagin.
Tað er Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum er vertur fyri vitjanina.
Hetta er fyrsta vitjan av sínum slagi, har politisku leiðararnir fyri Føroyar og oyggjabólkarnar fyri sunnan, møtast.
Umframt fund við løgmann, har millum annað evni so sum fiskivinna, alivinna, oljuvinna og mentan verða viðgjørd, fara ráðsformenninir at kunna seg um føroyska samferðslukervið, sjúkrahúsverkið og annað.
Mánamorgunin vóru teir eisini eisini ein túri úti í Tinganes, har Gunnar Hoydal er frásøgumaður og teir vitja eisini Løgtingið, har Óli Breckmann, løgtingsmaður, vegna formanskapin greiðir frá.
Ì Føroyum vitja teir eisini Listaskálan og teir fara eisini at hoyra stjóran í Føroya Tele, Andrass Róin greiða frá um telesamskifti okkara og stjórin á Strandferðsluni, Kristian Davidsen fer at greia frá strandferðsu og teimum nýggju skipunum, hjá Strandferðsluni. Eisini stjórin í Atlantaflogi, Magni Arge fer at greiða teimum frá flogferðsluviðuraskiftum. Útlendsku gestirnir vitja eisini oljufyrisitingina og Norðurlandahúsið, har Karin Kjølbro, stýrislimur, greiðir frá.Somuleiðis fer Poul Geert Hansen, stjóri fyri Landssjúkrahúsið at greiða frá nýggja bygninginum og Dávid Reinert Hansen, stjóri fyri Vágatunnilin fer at greiða teimum frá um undirsjóvartunlarnar. Teir fara eisini til Kirkjubøar og at enda sleppa teir eisini at síggja flaggskip okkara, Norrønu.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður fegnast um, at okkara næstu grannar fyri sunnan eru komnir á vitjan.
? Søguliga hava verið sterk bond millum Føroyar, Hetland, Orknoyggjar og Suðuroyggjar, og vit hava nógv felags áhugamál. Vónandi kann hendan vitjanin verða byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið við øktum politiskum og vinnuligum samstarvi millum oyggjabólkarnar, sigur løgmaður.