Tríggir finnar myrdir í Brasil

Líkini av trimum finskum ríkisborgarum eru funnin við ein vegjaðara í brasilska statinum Paraiba, og sambært løgregluni eru tey skotin. Talan er um eini hjún og eina kvinnu, sum tey kendu, og øll eru millum 50 og 60 ár.

Finska tíðindastovan FNB sigur, at hjúnini áttu einu hús stutt frá staðnum, har líkini vórðu funnin. Tað vóru nakrir arbeiðsmenn, sum funnu líkini. Løgreglan hevur avhoyrt fleiri fólk, men hon vil ikki siga, um nakar er undir illgruna.

Sambært finsku sendistovuni í Brasilia búgva umleið 600 finnar í Brasil.