Tríggir fólkafloksmenn í Norðstreymoy

Norðstreymoyar Fólkafloksfelag hevði í fjár annan og triðja uppstillingarfund til komandi fólkatingsval. Tríggir mans og eingin kvinna verða listanum úr Norðstreymoy. Teir tríggir eru Bárður Poulsen, skipari úr Vestmanna, Ólavur Hansen, glarmeistari úr Kollafirði, og Heðin Zacahariasen av Streymnesi, sum er landsstýrismaður. Áður hjevur Ingi Olsen eisini verið eitt av sterku kortunum hjá Fólkaflokkinum í Norðstreymoy, men hann hevur júst skift arbeiði, og hevur tí borið seg undan at stilla upp.