Tríggir el-bilar skrásettir í september

Hóast tað gongur spakuliga, so veksur talið av el-bilum í Føroyum.

Higartil í ár eru 60 persónbilar skrásettir, sum eru el-rikinir. Í septembermánaði eru tríggir nýggir persónbilarskrásettir, sum eru el-riknir.

Tiilsamans eru nú 159 persónbilar í Føroyum, sum eru el-riknir.

Men talið av el-riknum akførum tilsamans er nú 192. Av teimum sum nevnt 159 persónbilar, 22 prutl, 8 vøruvognar, tveir hýruvognar og ein motorsúkkla.

Tilsamans eru 38.714akfør skrásett í Føroyum. Av teimum eru 25.856 persónbilar og 4.225 vøruvognar.

Niðanfyri sæst talið av skrásettum akførum greinað eftir drívmegi og akfarsslag:

##med2##

kelda: Akstovan