Skráin legði upp til at tað ikki vóru dystir í næstbestu fótbóltsdeildini hetta vikuskiftið. At dystir eru útsettir og framskundaðir ber við sær, at tríggir dystir verða spældir – ein í kvøld, ein í morgin og ein sunnudagin.
Tað er norðoyastevna í Klaksvík, har næstbesta KÍ liðið í kvøld fær vitjan av Giza Hoyvík. Talan er um dystin sum orsaka av, at Giza Hoyvík var upptikið í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, var upptikið, tá ið níggjunda umfar var á skrá leygardagin sjeynda mai.
Giza Hoyvík er á fimta plássi við 18 stigum, og KÍ er á sætta plássi við 15 stigum.
Skráin sigur, at teir næstbestu hjá HB og NSÍ skulu spæla í Gundadali mikudagin 22. juni. Tann dysturin er framskundaður og verður spældur í morgin leygardagin fjórða juni. NSÍ er á triðja plássi við 21 stigum, og HB er á áttanda plássi við sjey stigum. HB hevur vunnið tveir av tólv dystum. Annar sigurin var, tá ið HB 20. apríl fór úr Runavík við 4-2 sigri.
Sunnudagin hevur EB/Streymur møguleika at taka toppin frá 07 Vestur, sum er oddalið við 32 stigum – trý fleiri enn EB/Streymur. Málmunurin hjá EB/Streymi er +31, og hjá 07 Vestur er hann +28.
Dysturin millum FC Suðuroy og EB/Streym átti at verið spældur sjeynda mai, men tá var EB/Streymur upptikið í fjórðingsfinaluni í steypakappingini.
Í dag
KÍ-Giza Hoyvík: Rúni Gaardbo klokkan 19.00
Leygardagin
HB-NSÍ: Rúni Olsen klokkan 15.00
Sunnudagin
FC Suðuroy-EB/Streymur: Ransin Djurhuus klokkan 14.30










