Tað hevur verið stak friðarligt í nátt, men fyri tað hevur løgreglan ikki sitið hendur í favn. Tvørturímóti hava tey gjørt ferðslukanningar bæði norðan fyri og í miðstaðarøkinum og í tí sambandi vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í óbygdum øki.
Tveir fingu bót fyri at koyra ávikavist 102 og 103 kilometrar um tíman og ein fær bæði bót, og klipp í koyrikortið fyri at koyra 112 kilometrar um tíman í Norðskálatunlinum. Somuleiðis var ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning. Og ein bilførari fekk eisini bót fyri at hava sett blátt ljós í tokulyktirnar og støðulósini á bilinum, tí tað er ikki loyvt.
Seinnapartin í gjár varð ein bilur steðgaður á Kaldbaksvegnum, men bilførarin noktaði at siga, hvør hann var. Tískil varð hann handtikin, tí tað einasta, fólk hava beinleiðis skyldu at siga løgregluni, er navn, bústaður og føðidagur. Tá ið løgreglan hevði fingið greiði á, hvør hann var, varð hann leyslatin aftur.
Annars gjørdi løgreglan eisini nógv burtur úr at vitja skeinkistøð og dansihøli við tí endamáli at kanna fólk fyri rúsevni, men tað spurdist einki mál burtur úr í.