Í dag hevur løgreglan verið úti við radaranum, har tey hava kannað um bilførarar halda seg til hámarksferðina.
Tað vóru tað tríggir bilførarar, sum ikki gjørdu og teir fáa allir eina heilsan frá løgregluni við postinum ein av næstu døgunum.
Tveir bilførarar koyrdu ávikavist 106 kilometrar um tíman og 107 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 80, og teir báðir fáa so nakrar túsund krónur í bót.
Verri var hjá einum øðrum bilførarar, sum koyrdi heilar 126 kilometrar um tíman, har hann hevði loyvi at koyra 80. Umframt at bilførarin fær eina bót upp á nakrar túsund krónur, verður hann eisini noyddur at taka koyrikortið umaftur áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað. Og klárar hann ikki koyriroynd og teori, missur hann tað sjálvandi eisini.