Tríggir bilar rendu saman

Tríggir bilar vóru í einum ferðsluóhappi í hálkuni við Hósvík Nýggjársdag

Løgreglan sigur frá einum ferðsluóhappi við Hósvík Nýggjársdag. Ein bilur var á veg suðureftir, tá førarin misti tamarhaldið á honum. Bilurin fór á glið og rendi inn í ein mótkoyrandi bil. Og síðani kom ein triði bilur, sum ikki megnaði at stegða, og hesin rendi inn í hinar báðar, sum stóðu mitt á vegnum.
Bilarnir fingu allir stóran skaða, men ongin persónsskaði var kortini, verður sagt av løgreglustøðini í høvuðsstaðnum.
Onki verður sagt um ferð, men tá tað er so hált, sum tað var Nýggjársdag, so kunnu ferðsluóhapp lættliga henda.
? Tað ber ikki rættiliga til at tosa um ferð, men í slíkari hálku, má koyrast eftir umstøðunum. Og tíverri verður tað ofta ikki koyrt eftir umstøðunum. Tað er tað grundleggjandi í slíkum óhappum, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.