Tríggir bilar hava verið í samanstoyti á Kjalnesi í Kollafirði fyri løtu síðani. Løgreglan er farin á staðið, og somuleiðis er ein sjúkrabilur og ein brandbilur sendir á staðið.
Vaktarleiðarin á løgreglustøðini sigur, at hetta er gjørt, um so er, at bilarnir skulu klippast ella onkur er komin til skaða.
Enn veit løgreglan tó ikki, hvussu álvarsom støðan er. Ivaleyst fer hetta tó at ávirka ferðsluna við Kollafjørð, tí tríggir bilar eru uppíblandaðir í óhappi.
In.fo fylgir málinum.










