Trý á gøtuni: - Tosa seg til sættis

Eitt er, hvat bygdaráðið heldur og ætlar um í framtíðini. Men hvat sigur bygdarfólkið?

Vit vóru í Hvannasundi mikudagin og spurdu nøkur fólk á gøtuni í Norðdepli og í Hvannasundi.

Páll Trondesen úr Depli er fyri eini samanlegging við Klaksvík.

Orsøkin til hetta er hin einfalda: - Vit verða helst tvungin saman við lóg, fyrri ella seinni allíkavæl.

Páll dugir sjálvur ikki at síggja nakrar fyrimunir við hesum sum so. Men hann heldur tað vera betri, at kommunurnar sjálvar tosa seg til sættis í hesum máli.

- Eg haldi, at rættiliga nógv fólk eru fyri eini samanlegging, sigur hann. 


OBS: Les eisini viðmerkingarnar hjá øðrum bygdarfólkum í teigunum "Trý á gøtuni" og greinina "Eitt sund millum bygdarfólkið"!