Hans Enoksen stillar uppaftur til formansvalið í Siumut í næsta mánað Limirnir í grønlendska flokkinum Siumut fáa minst trý valevni at velja ímillum, tá flokkurin skal velja formann í næsta mánað.
Í gjár boðaði verandi formaðurin, Hans Enoksen, frá, at hann stillar uppaftur. Men hann fær kapping, tí borgarstjórin í Tasiilaq, Vituus Mikaelsen, og Aleqa Hammond, landsstýrismaður, hava fyrr boðað frá, at tey stilla upp.
Vittus Mikaelsen sigur við grønlendska útvarpið, at eftir hansara tykki hevur Hans Enoksen ikki megnað at styrkja tað grønlendska samfelagið. Umframt at vera floksformaður er Hans Enoksen landsstýrisformaður.