Trý fingu heiðurin Ársins Fyrstuhjálpari

tveir fyri likamliga fyrstuhjálp og ein fyri sálarliga fyrstuhjálp

Aftur í ár fekk Reyði Krossur fleiri uppskot til Ársins Fyrstahjálpara, og seinnapartin í dag vórðu Ársins Fyrstihjálparar kosnir. 

 

 

Tey sum fingu heiðurin Ársins Fyrstihjálpari fyri likamliga fyrstuhjálp vóru bussførarin Kim Anders Nielsen og ferðaleiðarin Jógvan Thomsen. Jóngerð Nielsen fekk heiðurin fyri at veita sálarliga fyrstuhjálp.

 

 

Endamálið hjá Reyða Krossi at tilnevna Ársins Fyrstahjálpara er at heiðra tey, ið hava útinnt holla og lívbjargandi fyrstuhjálp og at varpa ljós á, hvussu umráðandi tað er at duga fyrstuhjálp.

 

 

Hetta er sekstanda árið á rað, at Ársins Fyrstihjálpari varð kosin, og fyrstu ferð at Ársins Fyrstuhjálpari er kosin fyri sálarliga fyrstuhjálp. 

 

 

Øll tey tilnevndu fingu eitt heiðursbræv, blómur og eina peningagávu.