Trúfesti móti sínum arbeiðsplássi

Hósdagin 14. desember 2006 var almenn móttøka í kantinuni hjá Postverki Føroya á Óðinshædd í sambandi við at trý av starvsfólkunum, Ingibjørg Jacobsen, Inga Ellingsgaard og Sverri Viderø fóru frá fyri aldur


Stjórin í Postverkinum, Sofus Clementsen, beyð vegna partafelagið Postverk Føroya øllum teimum mongu fólkunum, sum stukku inn á gólvið hendan dagin, at vera vælkomin at heiðra Ingibjørg, Ingu og Sverra, nú tey gevast eftir ein langan arbeiðsdag á stovninum.
 
Ingibjørg Jacobsen
 
Ingibjørg Jacobsen byrjaði á posthúsinum í miðbýnum í Havn 15. september 1956, tá postverkið var danskt.
 
Frá 1956 til postverkið varð yvirtikið í 1976, arbeiddi Ingibjørg sum kontórassistentur og sat við kassan á posthúsinum í miðbýnum, og síðan yvittøkuna hevur hon arbeitt mest við bókhaldi og roknskapi.  
 
Tað eru ikki nógv fólk, sum uppliva at kunna hátíðarhalda sín 50 ára starvsdag, men Ingibjørg er eitt av teimum fáu. Tá hon hevði 50 ára starvsdag, tann 15. september í ár, fekk hon silvurmedalju frá Drotningini fyri langa og trúgva tænastu.
 
Virkandi stjórin tá, Knud Wacher, sum handaði Ingibjørg medaljuni, helt í hesum sambandi røðu, har tað týðuliga kom til sjóndar, at Ingibjørg er sera dugnalig og nógv avhildin. 
 
Inga Ellinsgaard
 
Inga Ellinsgaard byrjaði tann 1. september 1962 á "Indleveringsposthus 1" í Holbergsgade í Keypmannahavn.
 
Eftir at hava verið á Post & Telegrafskúlanum fekk hon starv á Postgarðinum í Købmagergade, har hon var til 1970, tá hon fór í barnburðarfarloyvi. Í 1972 fekk hon starv á posthúsinum í Værløse, har hon var, til hon 1. mars 1977 fekk starv hjá Postverki Føroya, sum varð yvirtikið árið fyri.
 
Meðan Inga arbeiddi hjá danska postverkinum, fekk hon sær útbúgving sum yvirkontórassistentur.
 
Nógvu fyrstu árini í Føroyum var hon høgra hond hjá postmeistaranum, síðan fekk hon tað álitisstarv at standa fyri lønarútgjaldingini og at avrokna millumlanda postflutning.
 
”Har hevur verið nógv at halda skil á, og ikki kann sigast annað enn at tú hevur gjørt títt arbeiði sera væl”, segði Sofus m.a í síni røðu til Ingu.
 
 
Sverri Viderø
 
Sverri Viderø byrjaði sum postboð á posthúsinum í miðbýnum í 1965, so hann hevur næstan 42 ár á baki, nú hann gevst.
 
Seinastu nógvu árini hevur hann arbeitt sum deildarleiðari og havt ábyrgdina av øllum post- og fraktflutningi og av flutningstólunum hjá postverkinum.
 
Sverri hevur dugað væl at verið leiðari fyri síni fólk, hann hevur verið framman fyri sína tíð við modernaðum (motivernadi) leiðslustíli. 
 
Sofus kom inn á ábyrgdarøkið hjá Sverra og nevndi bilarnar, sum Sverri hevur havt ábyrgdina av, at teir altíð eru í perfektum standi, altíð reinir og penir. Næmingar á Handilsskúlanum valdu eitt árið bilarnar hjá Postverkinum sum bestu branding.
 
Sofus segði at enda ”Felags fyri tykkum øll hevur verið trúfesti móti sínum arbeiðsplássi, og hava ikki verið bangin fyri at taka fatt. Tit hava á hvør tykkara hátt, ávirkað ta heilt serligu mentanina, ið er her á staðnum – ein mentan ið ivaleyst fer at halda fram í fleiri ár afturat”.
 
Undir móttøkuni segði Mortan Rasmussen, fyrrverandi marknaðarleiðari hjá Postverkinum, nøkur orð, og tey trý fráfarnadi starvsfólkini høvdu eisini orðið og takkaðu fyri tíðina.
 
mg.