Í dag hava Runavíkar kommuna og Rókin á Glyvrum undirskrivað sáttmálan um at útbyggja havnina undir Høgabóli fyri góðar 40 milliónir krónur.
Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at talan er um fyrstu veruligu havnaútbygging síðani ár 2000.
- Hetta er fyrsta stigið til tess at gera Runavíkar Havn til eina meginhavn í Føroyum, sigur borgarstjórin.
Avgerðin varð samtykt á býráðsfundi fyri nøkrum vikum síðani. Útbyggingin fer at kosta 42 milliónir krónur. Nakað er sett av til arbeiðið í ár, meðan ferð veruliga kemur á komandi ár. Tá eru 15 milliónir setttar av, meðan restin er sett av í 2018.
Eftir ætlan skal havnalagið vera liðugt tíðliga á sumri 2018.
Tórbjørn Jacobsen hevur áður sagt við in.fo, at tað, sum skal gerast, er 220 metrar av bryggjukanti við 12 metra dýpi og tá ið tað er liðugt, hevur Runavíkar Kommuna 320 metrar av bryggjukanti við 12 metra dýpi.










