Tað var biskupur, Jógvan Fríðriksson, sum hevði taluna fyri teimum báðum kirkjutænarunum, meðan sóknarprestarnir í sóknini tóku lut í restini av gudstænastuni.
Ansgar klokkari
Ansgar Emil Lenvig, sum er føddur 13. februar 1935, tók við sum klokkari eftir faðirin og abban, 14 ára gamal, í 1949. Faðirin, Hans Fredrerik Lenvig, var hestmaður og mamman, Súsanna Malena, fødd, Joensen, var nólsoyingur. Ansgar var yngstur av seks systkjum.
Ansgar er giftur við Karolinu, fødd, Hansen úr Gøtu, og eiga tey 5 børn - Honnu, Súsonnu, Eyðfinn, Karstin og Sólrun. Hann hevur verið sjómaður, bátasmiður, bóndi og timburmaður og hevur seinastu árini arbeitt í fiskaaling.
Trúfastur og samvitskufullur hevur Ansgar verið klokkari líka til nú. Hann var kirkjunnar einasti klokkari í 46 ár, frá 1956 til 2002. Av heilsuávum hevur Ansgar verið eykaklokkari seinastu 10 árini. Umframt hetta, hevur Ansgar sitið í kirkjuráðnum í samfull 40 ár.
Jørmund urguleikari
Jørmund Sæbjørn Zachariasen, sum er føddur 20. november 1941, gjørdist urguleikari longu sum 17 ára gamal, í 1958. Jørmund er sonur Johan Zachariasen og Óluvu Signhild, fødd, Danielsen. Bæði úr Hesti.
Miðlingur er hann av 5 systkjum. Jørmund hevur verið sjómaður og bóndi. Í 1956 tók hann við í bygdini saman við faðiri sínum fyri elverkinum í bygdini. Seinastu, um 40 árini, hevur hann røkt hesa uppgávu einsamallur. Fyrstu árini umsat Jørmund urguleikaratænastuna saman við Hans Edvardi, sum lærdi Jørmund urguspæl
Trúfast og álitisfult hevur Jørmund verið kirkjunnar einasti urguleikari í hálva øld! Jørmund hevur sitið í kirkjuráðnum í 8 ár.










