Trý føroysk nøvn á Summar Festivalin

Brandur Enni, Deja Vu og Ung Stjørnuskot eru sett á skránna hjá Summar Festivalinum. Summar Festivalurin hevur í dag kunngjørt 3 nýggj nøvn: Brandur Enni, Deja Vu og ung Stjørnuskot.

 

Á Jóansøkufestivalinum borðreiddi Brandur við nógvum nýggjum tilfari, sum boðar frá einum virknum og skapandi tónleikara, ið hevur fingið nógv burturúr sínari útlegd í Svøríki.

 

Deja Vu hevur spælt dúgligani í nógv ár, men seinastu tíðina hevur lítið verið at hoyrt frá GBOB-vinnarunum. Tí verður tað spennandi at vita, um teir hava nýtt tíðina í venjingarhølunum og gjørt nýtt tilfar.

 

Ung Stjørnuskot hava ment seg nógv seinastu tíðina, og við í kórinum eru fleiri spennandi sangarar, sum uttan iva fara at gera meiri um seg á føroyska tónleikapallinum í framtíðini.