Trý fólk tikin fyri hassj

Í gjár og í nátt hevur løgreglan aftur havt umfatandi eftirlit við ferðsluni og í tí sambandi vóru fleiri bilar steðgaðir. Úrslitið av tí var, at ein bilførari varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum, og ein annar varð eisini tikin fyri at hava eina lítla nøgd av hassji uppi á sær.

 

Somuleiðis varð eitt ferðafólk, sum kom til Føroya í gjár við flogfari, tikið við eini lítlari nøgd av hassji uppi á sær. Hesi trý fólkini verða øll skuldsett. 

 

Hetta er eisini tíðin, tá ið fýrverk er á skránni og í tí sambandi eru nógvar fýrverkssølur kannaðar, men einki hevur verið at finnast at. Løgreglan fer aftur at hava eftirlit í dag og í hesum sambandi verður mint á, at í dag er sunnudagur og sunnudag er ikki loyvt at selja fýrverk.