Trý fólk skotin í Noregi

Norska løgreglan leitar eftir einum manni, eftir at trý fólk vórðu skotin í býnum Sandefjord fyrrapartin. Sum skilst er talan um tveir menn og eina kvinnu, og øll trý eru flutt á sjúkrahús.

Løgreglan fekk boð um tilburðin stutt fyri klokkan 10 okkara tíð, og síðani hevur eitt væl mannað løgreglulið við maskinbyrsum leitað eftir byrsumanninum. Løgreglan hevur eisini sent eina tyrlu at hjálpa við leitingini.

Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at løgreglan leitar eftir einum manni, sum er í sekstiárunum ella kanska eldri. Sagt verður, at maðurin er norðmaður.