Trý fólk skotin í Finlandi

Danskir miðlar skriva, at trý fólk eru skotin í bygdini Mäyry uttan fyri Kuortane góðar 350 kilometrar í ein útnyrðing úr Helsinki. Finskt politi í stórum tali er farið til bygdina eftir at fráboðan kom stutt eftir klokkan 13 lokala tíð.

Talan skal vera um trý dripin, teirra millum drápsmaðurin, sum hevur tikið sítt egna lív eftir at hava gjørt av við tvey onnur vaksin.

Sagt verður, at talan kann vera um fleir isærd, og nakrir miðlar gita, at talan er um svartsjúku.

Politiið sigur, at talan er um dripin, os at málið verður kannað, men vil annars ikki siga nakað um, hvussu nógv lík talan er um.

Eitt vitni sigur við yle.fi, at skjótingin fór fram á einum bóndagarði, og at hendingin fór fram leygarnáttina.