Trý fólk á Landssjúkrahúsið

Tað er nú greitt, at trý fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið eftir ógvusliga ferðsluóhappið í Kollafirði seint seinnapartin í dag. Òhappið hendi tá ið ein bilur á veg suðureftir, endaði í vinstru síðu og rendi á ein bil, sum kom norðureftir.

Men tað endaði ikki her, tí ein annar bilur, sum eisini var á veg norðureftir, kláraði ikki at steðga, og rendi upp í reyvina á tí fyrra, so hann varð kleimdur ímillum tveir bilar.

Løgreglen veit ikki, hví tann suðurgangandi bilurin endaði í vinstru síðu.

Eitt eldri par í bilinum, sum var á veg norðureftir og sum bleiv árendur bæði aftan í frá og frammaní frá, var flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar og tað sama var einsamalli maðurin í tí suðurgangandi bilinum.

Tey gramdu seg um, at tey høvdu fingið pínu fyri bringuna.