Trý elektro nøvn á G!

Í morgun hevur G! Festivalurin kunngjørt, at trý føroysk elektro nøvn eisini verða partur av skránni. Talan er um Lover Lover, Byrta og Sakaris. Meðan teir fyrstnevndu eru nýggir bólkar, so røkkur Sakaris longur aftur í tíðina og spældi eitt nú á G! í fjør.

 

Fyri hesa framførslu fekk bólkurin hjá Sakaris Joensen ómetaliga góð ummæli frá fleiri altjóða miðlum. Sakaris er eisini tann einasti av hesum trimum bólkunum, sum hevur nakrar útgávur á baki við Darling EP og fløguni I Have Beautiful Eyes, sum kom út í fjør.

 

Byrta er nýggja verkætlanin hjá Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen. Tey bæði Guðrið og Janus byrjaðu at arbeiða við hugskotinum um at gera elektroniskan popptónleik við føroyskum tekstum fyri hálvumøðrum ári síðani. Nú er ein fløga ávegis, bólkurin spælir sína fyrstu konsert í Norðurlandahúsinum 11. mai og er í dag kunngjørdur sum eitt av nøvnunum á G!.

 

Lover Lover er fyri almenninginum feskasta navnið av teimum trimum, G! hevur kunngjørt í morgun. Lover Lover er bólkur mannaður av Peturi Háberg og Filip Mortensen. Eins og við Guðrið og Janusi, so hava Petur og Filip havt aðrar tónleikaverkætlanir koyrandi hvør sær, men eru nú farnir undir at gera tónleik saman. Teir hava hitað upp fyri Eivør í Vega í Keypmannahavn, spælt í Ghetto Kvøld sendingini á Rás2, og skulu í summar altso spæla á G! Festivalinum.

 

Mynd: Sigríður Ella Frímannsdóttir