Trý boð upp á Ársins Leiðara

Tríggir leiðarar eru um boðið at gerst Ársins Leiðari 2008 Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, Jóhanna á Bergi, stjóri á Faroe Ship, og Christian Nagata, stjóri á Nema og ReproZ eru tilnevnd at verða vald Ársins Leiðari 2008. Fríggjadagin skipar Synergi á fjórða sinni fyri Ársins leiðaradegi á Hotel Føroyum, har eitt av hæddarpunktunum er valið av Ársins leiðara.

Eina tíð hevur tað staðið øllum í boði at senda inn tilnevningar til heiðurin at gerast Ársins leiðari 2008. Eitt vælskikkað dómarapanel hevur endaliga avgerðina, hvør fær heiðurin, og hevur Dómarapanelið nú valt trý av teimum tilnevndu út.

Hvør av hesum trimum fer við heiðurinum verður almannakunngjørt seinnapartin fríggjadagin á Ársins leiðaradegi.

Ársins leiðarar undanfarnu árini hava verið Magni Arge í 2005, Marner Jacobsen í 2006 og Andras Róin í 2007.